Lýsing
Søkt verður eftir einum námsfrøðingi 30 tímar um vikuna at byrja 01.03.2025 ella skjótast gjørligt eftir avtalu. Møguleiki er fyri at tillaga tímatalið. Arbeitt verður í skiftandi vaktum, sum fevna um alt døgnið og allar dagar í vikuni. Starvsstaðurin er á Argjum.
Arbeiðsuppgávur
Í Sambýlinum í Garðsgøtu búgva seks fólk við menningartarni og autismu, sum hava tørv á stuðli og røkt. Endamálið við stovninum er at veita búfólkunum ein tryggan, skipaðan og mennandi gerandisdag við jaligum upplivingum.
Uppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Vit arbeiða fyri, at búfólkini fáa tænastu á høgum støði. Vit leggja dent á møguleikar heldur enn forðingar og miða eftir at skipa rætta námsfrøðiliga stuðulin og umsorganina til tað einstaka búfólkið.
Tú verður eisini kontaktpersónur hjá búfólki – hetta inniber eitt nú at hava samband við avvarðandi, læknavitjanir o.s.fr.
Vit arbeiða eftir KRAP, sum er ein sosialnámsfrøðilig tilgongd, har vit tilvitað arbeiða viðurkennandi við relatiónum og út frá sterku síðunum hjá tí einstaka. Vit arbeiða við at menna førleikar og halda verandi førleikar viðlíka.