Lýsing
Søkt verður eftir:
- 1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv vegna barnsburðarfarloyvi, at byrja frá 02. jan 2025 – 16. feb. 2026. Setanarbrotið er um 0,7.
Skúlanum tørvar námsfrøðing, ið er arbeiðshugaður, nærlagdur, samstarvshugaður, tekur ábyrgd og sær møguleikar.
Søkt verður eftir námsfrøðingi, sum
- skipar skúlagongdina við atliti til fortreytir hjá einstaka næminginum.
- veitir persónligan og praktiskan stuðul, sum kann hjálpa næminginum í gerandisdegnum í samband við skúlagongdina.
- hevur førleika at arbeiða við næmingum við serligum tørvi. Arbeiðið fevnir um stuðul til næmingar í øllum aldursbólkum. Arbeitt verður í flokkum, smærri bólkum og ein til ein.
- kann virka undir førleikastovu skúlans.
Tann, ið settur verður, skal hava námsfrøðiliga útbúgving ella royndir sum stuðul. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður starvið skipað sum hjálparfólkastarv.
Starvsstaðurin er í innskúlingini, sum er í Leirvíkar skúla og miðdeildini, sum er í skúlanum við Gøtugjógv.
Starvsøkið er Sernám og stovnar undir tí. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum í setanartíðarskeiðinum.
Arbeiðstíðin er frá kl. 07.50 og til næmingarnir fáa frí, umframt fundir o.a., sum kunnu liggja seinni á degnum.
Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag. Námsfrøðingar verða løntir í lønarflokki 11-24. Hjálparfólk verða lønt í lønarflokki 3-9.
Umsóknir:
Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast við telduposti til sey@skulin.fo.
Umsóknarfreist: 13. des. 2024 kl. 08.00
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla F. Johansen, skúlastjóra, á telefon 730070.
Skúlin í Eysturkommunu er: í Leirvík: innskúling, 0. – 3. flokkur, og í Gøtu: miðdeild, 4. – 7. flokkur. Skúlin hevur eisini serstovur.
Í skúlanum eru áleið 270 næmingar við forskúla, 23 lærarar, 2 námsfrøðingar og 4 námsfrøðiligir stuðlar.
Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skeyk.fo