Lýsing
Okkum tørvar ein námsfrøðing í fast starv til Ljósástovu at byrja 1. august 2025.
Lønarbrotið er 0,85
Frágreiðing um skúlatilboðið Ljósástova
Skúlatilboðið hoyrir undir skipanina um serflokk. Tað er eitt samstarv millum Sernám og Skúlan á Argjahamri. Skúlatilboðið er eitt undirvísingartilboð, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul. Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum
Stað
Ljósástova heldur til í niðastu hædd í Skúlanum á Argjahamri.
Førleikakrøv
Vit hava tørv á einum útbúnum námsfrøðingi. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarar hava
arbeiðsroyndir innan serøkið.
Okkum tørvar ein námsfrøðing, sum:
- er fyrikomandi og jaligur
- hevur breitt menniskjasýni
- hevur áræði at taka ábyrgd
- dugir at samstarva í toymum
- dámar avbjóðingar og hugsar kreativ
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er Skúlin á Argjahamri. Námsfrøðiligu tímarnir verða løntir sambært sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.
Barnaváttan verður kravd í samband við setan.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 17. juni kl. 13.00
Meira fæst at vita við at seta seg í samband við Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra á tlf. 224240, ella á t-post: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo
Ljósástova
Áin og vatnið sunnanfyri Skúlan á Argjahamri eita Ljósá. Staðið verður nógv vitjað av skúlanum. Navnið umboðar ljósið, hesi børnini eru, og tað ljós, ið verður veitt teimum í Ljósástovu.