Lýsing
Um starvið
Vilt tú arbeiða við fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum, so ert tú vælkomin at søkja starv í sosialpsykiatriska toyminum. Toymið er í eindini Sosialpsykiatri í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum.
Vit søkja eftir einum fólki at vera partur av starvsfólkatoyminum í sosialpsykiatriini undir Glaðsheyggi í Tórshavn. Talan er um eitt starv 40 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður gerandisdagar millum kl. 8 og kl. 16 og eitt kvøld um vikuna.
Hugtakið sosialpsykiatri kann umsetast til “sosialt arbeiði við fólki, ið hava sálarligar avbjóðingar”. Uppgávan inniber at vegleiða/menna heimabúgvandi borgarar í aldrinum 14-67 ár í teirra persónligu, sálarligu, sosialu og praktisku viðurskiftum.
Uppgávan er at stuðla og styrkja tað einstaka menniskjað. Hetta verður m.a. gjørt við mentortilboði og stuðulsátøkum, sum altíð eru í samstarvi við borgaran. Vit stuðla borgarum í at halda persónligar førleikar við líka og stuðla teimum til ein so góðan gerandisdag sum gjørligt.
Arbeitt verður við at venja og styrkja sosialar førleikar, bæði sum einstaklingar og í bólki saman við øðrum.
Vit samstarva við aðrar stovnar og hava ráðgevandi og vegleiðandi samrøður. Vit hava eina mentaliserandi tilgongd til borgaran og nýta kognitiv amboð so sum KRAP, miljøterapi og annað.
Uppgávan hjá starvsfólkinum er at virka sum hjálp til sjálvhjálp við tí endamáli, at borgarin skal fáa møguleika at liva eitt so sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív, sum til ber.