Lýsing
Mitt í hjartanum í Tórshavn, millum søgu og sjógv hoyrist smábarnalátur í Drotning Ingridar Meinigheitsbarnagarði – ein stovnur við sál, hjarta og lívi!
Kanska ert tú júst tann, ið vil vera partur av einum arbeiðsplássi, har søgunnar veingjasuð merkjast í nútíðar námsfrøðini. Her er heimligt og fjálgt, og starvsfólk og børn støðast væl her. Við rúmd, ábyrgd og hugflogið mynda børn og vaksin gerandisdagin saman.
Vit eru ein sjálvsognarstovnur við 75 árum á baki, har nevnd, leiðari og starvsfólk stýra og skipa arbeiði á stovninum.
Vit leita eftir:
- einum námsfrøðingi til eitt 30-tíma stuðulsstarv í barnagarðsstovuni Látrið.
- einum námsfrøðingi til eitt 40-tíma starv í barnagarðsstovuni Reiðrið.
- einum námsfrøðingi til eitt 20-tíma stuðulsstarv í vøggustovuna Bólið.
Vit bjóða tær:
- Fyrireikingartíð!
- Rúm fyri nýhugsan og forvitni
- Pláss til at brúka tínar námsfrøðiligu førleikar og góðu hugskot
- Góðar og álítandi starvsfelagar
- Ein søguligan og rúmligan stovn
Vit vóna, at tú:
- Hevur útbúgving sum námsfrøðingur, motorikkvegleiðari er ein fyrimunur
- Hevur hug og hegni at virka fyri at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum
- Hevur yvirlit, dugir at arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- Hevur lætt við at samstarva við bæði stór og smá
- Dugir at síggja loysnir – eisini tá dagurin er eitt sindur villari enn vanligt
Um eingin námsfrøðingur søkir starvið í Látrinum, loyva vit okkum at søkja aftur seinni.
Um eingin námsfrøðingur søkir starv í Reiðrinum ella Bólinum, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
– vit vóna veruliga, at tú longu ert farin at skriva umsóknina!
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Starvsbyrjanin er 01.09.25 ella eftir avtalu.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at útvega barnaváttan sambært §2 í barnaváttanarlógini, áðrenn viðkomandi, ið verður settur, byrjar í starvinum.
Umsókn saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum skulu sendast til drim@olivant.fo í seinasta lagi 21.08.25.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gunnvá Edvardsdóttir, virkandi leiðara á tlf. 212253