TÓRSHAVNAR KOMMUNA
Útgivið
15. september 2022
Útgongur
3. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú vera við til at mynda okkara spennandi, lívliga og væl umtókta miðbýarstovnin? So hevur tú møguleikan nú, tí á Miðstovninum leita vit beint nú eftir námsfrøðingum.

Barnagarðurin í Miðstovninum heldur til niðri í stóra bygninginum í Kongagøtu og vøggustovnan er staðsett í Realskúlanum

Stovnurin er funktiónsdeildur, og tað vil siga, at starvsfólk eru sett at taka sær av hvør sínum øki, heldur enn at vera knýtt at einari stovu. Vit hava eina barnaáskoðan, ið ber í sær, at vit møta einstaka barninum, har sum barnið er. Fyri okkum hevur barndómurin eitt virði í sjálvum sær, og alt, sum barnið hevur við í felagsskapin, hevur somuleiðis týdning. Umsorgan, tryggleiki, spæl, læra og virðing eru grundarsteinarnir, vit byggja okkara stovnsvirksemi á.

Tí skalt tú velja okkum
Vit kunnu bjóða tær eitt sera spennandi starv, har tú kemur at hava góða ávirkan á títt arbeiðslív. Tú kemur, at vera partur av at skipa og skapa okkara stovn við vøggustovu og barnagarð í hvør sínari lon.

Harafturat fært tú dugnaligar, fakligar sterkar, stuttligar og nærlagdar starvsfelagar og sleppur at arbeiða mitt í býnum.

Um teg
Vit vænta, at tú:

  • ert nærverandi og góð/-ur til at skapa góðar og mennandi relatiónir
  • hevur eina barna áskoðan, sum samsvarar við virðisgrundarlagið hjá Miðstovninum
  • at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisførleikar og megnar at virka fyri góðum samstarvi millum foreldur, børn og starvsfelagar
  • at tú hevur hug og evni at menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum
  • at tú megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • at tú hevur áhuga fyri at arbeiða í Miðstovninum

Umframt hetta, hevði tað verið ynskiligt, at tú antin dugir ella er áhugað/-ur í at læra arbeiðsháttin »Tekn til Talu«. Skeið vera veitt um tað er neyðugt.

Talan er um:

  • Eitt starv í barnagarðinum at byrja, skjótast gjørligt eftir nærri avtalu.
  • Talan eru eina stuðulsuppgávu, har tú kemur at hava ábyrgd, at skipa dagin í mun til tørvin hjá viðkomandi børnum
  • Har tú hevur ábyrgd av, at samskifta við ráðgevar, foreldur v.m. í mun til tørvin hjá viðkomandi
  • Har tú ger ymiskar venjingar og/ella fer við til venjingar.
  • Har arbeiðshátturin »Tekn til Talu« skal verður brúktur
  • Arbeiðstíðin kann vera 30-40 tímar um vikuna ella eftir nærri avtalu

Søkir eingin skikkaður námsfrøðingur, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Spurningar
Hevur tú spurningar til starvið, greiða vit tær fegin nærri frá. Vend tær til Elsu Henrysdóttir av Reyni, stovnsleiðara, á telefon 26 39 14.

Umsókn
Tú søkir starvið við at trýsta á grøna knøttin »Søk starvið«. Send okkum tína umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmæli og royndum í seinasta lagi 3. oktober 2022.

Umsóknarfreist

mánadagur 3. oktober 2022

Líknandi størv

11. februar 2026
Hálvtíðarstarv sum sølufólk   Faroe Islands nýtt
11. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið