Suðuroyar Barnaverndartænasta
Útgivið
21. juli 2022
Útgongur
16. august 2022
Staður
Sornhúsvegur 22 Postboks 104 800 Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður
Vitjandi
52

Lýsing

Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða 30 tímar um vikuna í farloyvis starvið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu. At starvast sum ráðgevi og stuðul í heiminum hjá barnafamiljum og at stuðla børnum og ungum. Av tí at námsfrøðiligi ráðgevin í føstum starvi, fer í farloyvi frá 15. August og eitt ár fram, søkja vit eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv.

Talan er um eitt avbjóðandi, mennandi og spennandi starv við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið sum námsfrøðiligur ráðgevi er í tøttum samstarvi við barnaverndartænastuna og onnur fakfólk. Arbeiðstíðirnar kunnu vera skiftandi, um dagin og tíðliga á kvøldið, lagað til tørvin hjá familjunum.

Søkt verður eftir námsfrøðingi sum:

  • Dugir væl at samstarva og samskifta
  • Vísir virðing yvir fyri familjunum og børnunum/teim ungu
  • Kann virka fyri, at foreldrini fáa neyðugan stuðul til foreldrauppgávuna
  • Kann hjálpa børnum/ungum at fáa ein tryggan, mennandi og skipaðan gerandisdag
  • Dugir væl at gera eygleiðingar og er fakliga væl fyri
  • Hevur dirvi at taka ábyrgd og arbeiða sjálvstøðugt

 

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og mennandi starv
  • Eitt sjálvstøgugt starv í skiftandi vaktum, har ein skipar arbeiðsdagarnir í samstarvið við umsitingina hjá Barnaverndartænastuni og familjurnar
  • Sparring og vegleiðing frá starvsfólkunum hjá Barnaverndartænastuni

 

Førleikar:
Útbúgving sum námsfrøðingur ella aðra viðkomandi útbúgving. Viðkomandi royndir er ein fyrimunur. Suðuroyar Barnaverndartænasta tekur sær rætt til at lýsa starvið av nýggjum, um mett verður, at ov fáir skikkaðir umsøkjarir eru til starvið. Neyðugt er, at umsøkjarin hevur koyrikort.

Um Suðuroyar Barnaverndartænastu
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast fimm starvsfólk í umsitingini og harafturat námsfrøðingur og sálarfrøðingur.

Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál, liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.

Eitt týðandi mál fyri Barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.

Lønar- og setanartreytir
Starvið er eitt farloyvis starv og verður sett at byrjað 01. september ella skjótast gjørligt hareftir.

Løn sambært sáttmála millum KAF og Føroya Pedagogfelag.

Umsóknarfreist

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16 August kl. 16.00, saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum.

SEND UMSÓKN

 

 

Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til virkandi leiðara Jónleyg Eyðunsson á tlf. 288085/611090 ella teldupost: jonleyge@tvoroyri.fo.

Fyri at arbeiða á einari Barnaverndartænastu er neyðugt, at loyvi verður givið til at innheinta barnaváttan og revsiváttan.

Umsóknin skal sendast við vanligum posti ella telduposti til:
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Sornhúsvegur 22
Postboks 104
800 Tvøroyri

ella: barnavernd@tvoroyri.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið