Lýsing
Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir námslektara í humanfysiologi at byrja 1. januar 2023. Starvið er eitt fimm ára starv.
Starvsøki
Starvið sum námslektari fevnir um undirvísing í anatomi, fysiologi, arbeiðsfysiologi og endurvenjing. Námslektarin er harafturat við til at skipa og menna undirvísingina í sjúkrarøktarfrøði. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðararnar, undirvísararnar á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar, t.d. á tí kliniska økinum.
Førleikar
Umsøkjarin skal vera humanfysiologur við góðum granskingarroyndum innan human- og arbeiðsfysiologiska økið. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur staðið fyri granskingarverkætlanum við týðiligum kliniskum vinkli. Umsøkjarin skal hava eina viðkomandi Ph.D ella í í minsta lagi hava hægri útbúgving sum kandidatur í humanfysiologi. Umsøkjarin skal kunna samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:
- kunnleika til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á DHS
- royndir við undirvísing og fult ella partvíst prógv í setursnámsfrøði
- granskingarroyndir í humanfysiologi og fatan av granskingargrundreglum
- granskingarroyndir frá humanfysiologiskum verkætlanum við kliniskum vinkli
- góðar hagfrøðiligar førleikar
- góð samskiftis- og samstarvsevni
Starvið sum námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektarin skal hava góðan fakligan førleika, sterkan vísindaligan førleika umframt góðan námsfrøðiligan førleika, har tað er ein fyrimunur at hava ein part ella fult prógv í setursnámsfrøði. Við tað at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin umframt ástøðiliga fakøkið eisini hevur klinisk fakøki, eru kliniskar granskingarroyndir og innlit í føroyska Heilsu- og almannaverkið, heilsu- og fyribyrgingarstovnar undir Landinum og Kommunufelagnum eisini ein fyrimunur. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð. Tó eru granskingarroyndir innan humanfysiologi og arbeiðsfysiologi umframt fatan av granskingargrundreglum av sera stórum týdningi.
Hetta starvið verður sett í sambandi við økta starvsfólkatørvin, nú fleiri verða tikin inn til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði.
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, starvsroyndir, granskingarroyndir og greinayvirlit umframt royndir við undirvísing í humanfysiologi.
Umsóknir skulu sendast við telduposti til umsokn@setur.fo.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.
Freist
Umsóknarfreist er tann 04.11.22
Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til varadekanin, May-Britt Skoradal, maybritts@setur.fo, tlf. 292253, ella til dekanin, Magna Mohr, magnim@setur.fo, tlf. 292270.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.
Um deildina
Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.
Endamálið við útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði er at geva teimum lesandi førleika at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.
Bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og kliniska undirvísing á ymiskum økjum innan primera- og sekundera økið í heilsu-, almanna- og kommunugeirunum.