FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Útgivið
7. februar 2023
Útgongur
20. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir einum námslektara í sjúkrarøktarfrøði fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2023 – 31. mars 2024 (barnsburðarfarloyvi).

Starvsøki
Starvið sum námslektari fevnir um undirvísing í sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir umframt ástøðiliga vegleiðing og próvtøkur hjá lesandi, ið eru í kliniskari starvsvenjing. Námslektarin er harafturat við til at skipa og menna undirvísingina í sjúkrarøktarfrøði. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðararnar, undirvísararnar á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar, t.d. á tí kliniska økinum.

Førleikar
Umsøkjarin skal vera sjúkrarøktarfrøðingur við í minsta lagi trý ára royndum í kliniskari sjúkrarøkt og hava viðkomandi ph.d. útbúgving ella í minsta lagi eina hægri útbúgving á masterstigi (120 ECTS). Umsøkjarin skal kunna samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • Kunnleika til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á DHS
  • Royndir við undirvísing
  • Granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum
  • Góð samskiftis- og samstarvsevni

Starvið sum námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektarin skal hava góðan fakligan førleika, vísindaligan førleika umframt góðan námsfrøðiligan førleika. Við tað at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin umframt ástøðiliga fakøkið eisini hevur klinisk fakøki, eru kliniskar royndir og innlit í føroyska Heilsu- og almannaverkið, heilsu- og fyribyrgingarstovnar undir Landinum og Kommunufelagnum ein fyrimunur. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð. Tó eru granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum av týdningi.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, starvsroyndir, royndir við undirvísing og gransking á kliniska økinum í sjúkrarøktarfrøði umframt samskipan í heilsuverkinum.

Tú søkir starvið við at fylla hetta oyðiblaðið út og hefta viðkomandi skjølini við.

Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 20. februar 2023

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til varadekanin, May-Britt Skoradal, maybritts@setur.fo, tlf. 292253, ella til dekanin, Magna Mohr, magnim@setur.fo, tlf. 292270.

Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Um deildina
Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.

Endamálið við útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði er at geva teimum lesandi førleika at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.

Bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og kliniska undirvísing á ymiskum økjum innan primera- og sekundera økið í heilsu-, almanna- og kommunugeirunum.

 

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið