Fróðskaparsetur Føroya
Útgivið
21. oktober 2024
Útgongur
31. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi (DHS) á Fróðskaparsetri Føroya søkir eftir einum námslektara í sjúkrarøktarfrøði at byrja 1. januar 2025 til 31. desember 2029.

Starvsøki
Starvið sum námslektari fevnir um undirvísing í sjúkrarøktarfrøði, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir, umframt ástøðiliga vegleiðing og próvtøkur hjá lesandi, ið eru í kliniskari starvsvenjing. Námslektarin er harafturat við til at skipa og menna undirvísingina í sjúkrarøktarfrøði. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við útbúgvingarleiðararnar, undirvísararnar á útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði, starvsfólk á DHS og aðrar samstarvspartar, t.d. á tí kliniska økinum.

Førleikar
Umsøkjarin skal vera sjúkrarøktarfrøðingur við í minsta lagi trý ára royndum í kliniskari sjúkrarøkt og hava viðkomandi ph.d.-útbúgving ella í minsta lagi eina hægri útbúgving á masterstigi (120 ECTS). Umsøkjarin skal kunna samskifta á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur:

  • kunnleika til útbúgvingina í sjúkrarøktarfrøði á DHS
  • royndir við undirvísing
  • viðkomandi ph.d.-útbúgving
  • granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum
  • góð samskiftis- og samstarvsevni

Starvið sum námslektari er fulltíðar undirvísingarstarv. Námslektarin skal hava góðan fakligan førleika, vísindaligan førleika, og harafturat góðan námsfrøðiligan førleika. Við tað at sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, umframt ástøðiliga fakøkið, eisini hevur klinisk fakøki, eru kliniskar royndir og innlit í føroyska heilsu- og almannaverkið og heilsu- og fyribyrgingarstovnar undir landinum og Kommunufelagnum ein fyrimunur. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð. Tó eru granskingarroyndir og fatan av granskingargrundreglum av týdningi.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd, starvsroyndir, royndir við undirvísing og gransking.

Umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum o.ø. skal sendast her.

Lønar- og setanartreyti
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya, ið sæst her. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Landsstýrið og avvarðandi fakfelag.

Freist
Umsóknarfreist er tann 31.10.24.

Nærri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til varadekanin, May-Britt Skoradal, maybritts@setur.fo, tlf. 292253, ella til dekanin, Magna Mohr, magnim@setur.fo, tlf. 292270.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo.

Um deildina
Á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.

Endamálið við útbúgvingini í sjúkrarøktarfrøði er at geva teimum lesandi førleika at virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.
Bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi og kliniska undirvísing á ymiskum økjum innan primera- og sekundera økið í heilsu-, almanna- og kommunugeirunum.

Um Fróðskaparsetrið
Fróðskaparsetur Føroya er vísindaligur granskingar- og útbúgvingardepil. Fróðskaparsetrið bjóðar undirvísing og gransking á altjóða stigi og virkar fyri burðardyggari samfelagsmenning og nýskapan. Fróðskaparsetrið er sjónligt og tryggjar, at vísindalig grund er undir mentanarligum, samfelagsligum og vinnuligum virksemi í landinum.

Á Fróðskaparsetrinum eru 25 útbúgvingar, umleið 1.000 lesandi og 180 starvsfólk.
Fróðskaparsetur Føroya er sjálvstøðugur, almennur stovnur, sum virkar óheftur av politisku skipanini, eins og ásett er í lóg um stovnin. Fróðskaparsetrið tekur undir við Magna Charta Universitatum, verjir granskingarfrælsið hjá tí einstaka vísindafólkinum og eggjar til samstarv, kritiskt orðaskifti og forvitna og óhefta leitan eftir nýggjari vitan og kunnleika.

Fróðskaparsetrið er í høvuðsheitum alment fíggjað við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Harumframt eru fleiri verkætlanir fíggjaðar við uttansetursstuðli frá m.a. Granskingarráðnum og vinnulívinum.
Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og stimbra trivnaðin hjá lesandi og starvsfólki í góðum menningarumhvørvi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið