Nánd-Heimatænastan
Útgivið
30. september 2024
Útgongur
14. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ein av okkara heimasjúkrarøktarfrøðingum fer frá fyri aldur og er tí eitt starv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur hjá Nánd í starvsbrøki 0,6 leyst at søkja frá 1. desember 2024 ella eftir avtalu. Arbeitt verður í dag- og kvøldvaktum og tilkallivaktum á nátt.

Hevur tú áhuga í at veita dygdargóða tænastu til borgarar í egnum heimi, so er tað møguliga tær, vit søkja eftir.

Heimasjúkrarøktarfrøðingar halda til í Miðstøðini í Leirvík saman við heilsurøktarum, heilsuhjálparum, hjálparfólkum og fysio- og ergoterapeutum, sum øll luttaka í endurmennandi toyminum.

Nánd veitir heimasjúkrarøkt til borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu og leggur dent á, at tú hevur :

  • Áhuga og hegni í at veita heimabúgvandi borgarum sjúkrarøkt, endurmenning og heilsustimbran
  • Góð evnir at samstarva og til nýhugsan
  • Jaligan hugburð, eisini til broytingar
  • Útbúgving og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott tvørfakligt samstarv

Starvsetan og løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála við Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, er tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Hansen, deildarleiðara á tlf. 730 212

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, cv v.m. skulu sendast til nand@eystur.fo í seinasta lagi 14.oktober 2024 kl. 12.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið