Lýsing
Summarfrítíðin nærkast, og Nánd hevur tørv á øllum góðum kreftum at hjálpa til í summarhálvuni. Ert tú ung/ur, í bestu árum ella møguliga pensjónist, so kunnu vit avgjørt brúka tína arbeiðsorku og førleikar, bæði um tit eru fak- ella ófaklærd. Um ynski er at arbeiða nógv ella bert nakrar fáar tímar, so er tað eisini ein møguleiki.
Á eldrasambýli verður tú um tey eldru og hjálpir til í røktini, køkinum ella reingerðini. Í heimatænastuni hjálpir tú borgarum heima. Møguleiki er at arbeiða dag-, kvøld- og náttarvaktir – bæði gerandisdagar og vikuskiftir.
Tørvur er á sjúkrarøktarfrøðingum, heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólki annars.