Blákrossheimið
Útgivið
2. maj 2022
Útgongur
16. juni 2022
Staður
Pæturshús 2, 655 Nes, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir náttarvakt á Blákrossheiminum
Blákrossheimið søkir eftir náttarvakt í føstum starvi at byrja 1. juni, ella skjótast tilber.

Uppgávur/arbeiðsøkir:

  • Vera um búfólk um náttina
  • Vasking og annað fyrifallandi praktiskt arbeið
  • Samtalu við búfólk og tey, sum ringja inn um náttina

Vit leggja dent á:

  • Førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Góð samskiftisevnir – og at tú ert álitisvekjandi og fyrikomandi
  • Ágrýtni og fleksibilitet í mun til arbeiðsuppgávur
  • At tú ert jalig/ur og hevur góð innlivingarevnir og samstarvsevnir
  • Áhuga og hegni at arbeiða við menninskjum
  • At tú vilt arbeiða samsvarandi hugsjónini hjá Bláa Krossi Føroya

Tað er ein fyrimunur:

  • at tú hevur ástøðiliga útbúgving
  • at tú hevur kunnleika til Dialektiska atferðarterapi (DAT)
  • at tú hevur viðkomandi royndir

Løn/setanartreytir:
Talan er um starv uppá 0,7 tíð. Lønin verður ásett smb. avtalu millum Fíggjarmáráðið og Starvsmannafelagið.

Umsókn saman við møguligum prógvum, viðmælum v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. mai 2022, kl. 24.00.

Byrjað verður í starvinum 1. juni 2022 ella skjótast tilber

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jüttu J. Olsen, leiðara á Blákrossheiminum. T-post: jutta@blakross.fo, ella tlf. +298 770 770

Umóknin skal sendast til:

Blákrossheimid@blakross.fo
Att: Jütta J. Olsen

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið