Almannaverkið
Útgivið
31. juli 2024
Útgongur
8. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið
Talan er um eitt fast starv 25,5 tímar í meðal um vikuna at seta 01.09.2024. Arbeitt verður um náttina, og arbeitt verður 4. hvørt vikuskifti í 4 vikur rulli. Starvsstaðurin er í Runavík.

Arbeiðsuppgávur
Stovnurin Mýrisóljan veitir dag-, frítíðar- og virknistilboð í tryggum kørmum til børn og ung við fjølbreki. Eisini veita vit skipaða umlætting til heimabúgvandi børn og ung við fjølbreki, menningartarni og autismu í vikuskiftum og yrkadagar. Vit arbeiða miðvíst við at skapa ein álítandi og mennandi gerandisdag við stimbran, røkt og upplivingum í samstarvi við avvarðandi. Vit hava tann einstaka í miðdeplinum og leggja dent á góðan trivna á arbeiðsplássinum.

Arbeiðsuppgávurnar og málini, sum arbeitt verður fram ímóti, eru at virka fyri, at børnini og tey ungu fáa neyðugan stuðul og umsorgan. Tú verður við til at leggja til rættis heilsu- og námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið á arbeiðsplássinum. Vit virðismeta ymisleikar og stuðla teimum í at gerast so sjálvbjargin, sum fyritreytirnar hjá teimum loyva. Javnvirði er partur av gerandisdegnum, og saman við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum skalt tú bjóða børnunum og teimum ungu ein tryggan, skipaðan og mennandi dag. Vit arbeiða tvørtur um fak og tvørtur um stovnarnar í eindini og leggja dent á góðan trivnað, gjøgnumskygni og yrkisdugnaskap.

https://candidate.hr-manager.net/ApplicationInit.aspx?cid=1899&ProjectId=144580&DepartmentId=19165&MediaId=4615

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið