Smyril Line
Útgivið
11. juni 2025
Útgongur
29. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Ófaklært

Lýsing

Hevur tú hug at veita góða tænastu til ferðafólk umborð á Norrönu?

Um starvið
Sum náttarvørður til móttøkuna er tín fremsta uppgáva at tryggja eina góða tænastu til okkara ferðafólk. Tú verður partur av einum dugnaligum toymi, sum setur gestin í miðdepilin í øllum, sum vit gera.

Tínar uppgávur:

  • Vegleiða og veita góða tænastu til ferðafólk.
  • Tryggja at móttøkuøkið altíð er innbjóðandi.
  • Taka sær av fyrifallandi uppgávum.

Tín vangamynd

  • Tú ert smílandi og fyrikomandi.
  • Tær dámar væl at arbeiða um kvøldið/náttina.
  • Tú dugir vanligt teldubrúk og vanlig telduforrit.
  • Tú ert stinn/ur í enskum og norðurlendskum mál og tað er ein fyrimunur, um tu eisini dugir týskt.
  • Tú arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.

Setanartreytir
Tíðaravmarkað frá 23. juli 2025 til oktobur 2025, við møguleika fyri at leingja setanina.

Tú arbeiðir 1:1 skifti, tvs. 4 vikur umborð, og 4 vikur heima við løn.

Setanin er sambært sáttmála millum Føroya Fiskimannafelag & Reiðarafelagið fyri Handilsskip.
Setanin er eisini treytað av, at tann, ið settur verður, stendur trygdarskeiðið, ið verður veitt umborð.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er 29. juni 2025. Umsóknir verða viðgjørdar leypandi.
Tú søkir starvið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Vilt tú vita meiri um starvið?
Sett teg í samband við móttøkuleiðararnar, Randi Nolsøe og Diljá Jónsdóttir, á 344845 ella receptionmanager@norrona.fo.

 

Um Smyril Line
Høvuðsvirksemið hjá Smyril Line er at reka ferðafólka- og farmavirksemi. Smyril Line eigur størsta ferðafólkaskipið í Norðuratlantshavi, Norrönu. Harumframt eigur Smyril Line farmaskipini Mykines, Akranes og Glyvursnes og rekur farmaskipið Lista. Flutningsfyritøkan OCD, Hotel Hafnia og Hotel Brandan, eru eisini partur av Smyril Line samtakinum. Smyril Line hevur virksemi og skrivstovur í Føroyum, Danmark, Íslandi, Týsklandi og Hollandi.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið