Lýsing
Familjudepilin søkir hervið eftir neonatal sjúkrarøktarfrøðingum til tvey størv. Talan er um tvey farloyvisstørv á starvsbrøki 0,8 við setan frá 01.12.2023 til og við 30.11.2024.
Eindin Børn og Ung Somatik fevnir um innløgd børn og ung frá 0 til 18 ár, neonatologi, sum er viðgerð og røkt av ov tíðliga føddum og sjúkum pinkubørnum. Eindin fevnir eisini um ambulant virksemi.
Tú kemur at starvast við eini spennandi sergrein saman við fakliga eldhugaðum starvsfeløgum, ið vilja gera mun hjá teimum familjum, ið hava tørv á serkunnleikanum á deildini. Vit leggja dent á tætt samstarv, og tú kemur at arbeiða saman við royndum starvsfeløgum, ið tú kann sparra við. Vit arbeiða tvørfakligt út frá meginregluni um familjumiðsavnandi røkt, har foreldrini eru ein sameindur og natúrligur partur av røkt og viðgerð.
Vit ynskja ein starvsfelaga, ið ynskir at koma at kenna neonatologi ella víðka sínar førleikar innan serøkið, umframt ein sum hevur fakligan áhuga í røkt og viðgerð av akut sjúkum pinkubørnum.
Neonatologiin er í løtuni staðsett á Føðideildini, men flytir í Børn og Ung Somatik eindina, tá ið flutt verður í nýggja H-bygningin. Sjúkrarøktin kemur í skiftistíðini at umfata bæði neonatalrøkt og barsilsrøkt.
Familjudepilin varð settur á stovn 01.06.2021 og flytir eftir ætlan í nýggja H-bygningin í 2024.
Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøkir. Økini eru Barnakonueindin, Børn og Ung Somatik og Børn og Ung Psykiatri.
Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli, at stuðla undir alla tilgongdina hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað fyri øll børn og avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum. Hetta uttan mun til, um tey stríðast við somatiska ella psykiatriska sjúku.