NET
Útgivið
18. januar 2024
Útgongur
11. februar 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Leyst starv: Vilt tú vera við til at útbyggja og reka radioútbúnaðin runt alt landið? So er tað kanska tær, vit leita eftir til fjølbroytt og spennandi starv sum teknikari á Radiodeildini.

Á Radiodeildini starvast verkfrøðingar, teknikarar og smiður. Átta starvsfólk arbeiða á deildini, og uppgávurnar fevna um rakstur og menning. Millum spennandi ábyrgdarøkini kunnu nevnast:

  • Fartelefonkervið (GSM, 3G, 4G og 5G)
  • Sendinetið hjá Televarpinum (DVB-T)
  • Radiosamband yvir mikrobylgjur
  • Útvarpssendinetið
  • Mastra- og antennuannlegg

 

Um starvið
Starvið fevnir í stóran mun um allar rakstrar- og menningaruppgávur hjá Radiodeildini. Tó kemur fartelefonkervið at mynda stóran part av arbeiðsdegnum.

Tú verður partur av vælvirknum toymi í spennandi umhvørvi við avbjóðandi uppgávum. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, men arbeiðsøkið er um alt landið.

 

Um teg
Vit vænta, at tú hevur tøknifrøðiliga útbúgving – t.d. elektronikkteknikari, radioteknikari og elektrikari – ella hevur aðra viðkomandi útbúgving. Tað er ikki krav, men fyrimunur, at tú hevur kunnleika til radiotøkni.

Vit ímynda okkum, at tú hevur góðan teldukunnleika, leggur dent á nærlagni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men eisini í tøttum samstarvi við onnur.

Harumframt er stórur fyrimunur, at tú ert væl fyri at arbeiða í fjøllum og uppi í mastrum.

 

Setanartreytir og freist
Setanarviðurskifti og løn verða ásett við støði í viðkomandi sáttmála. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum í Hoyvík, og starvið verður sett 2. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu.

Um hetta er starv fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum í seinasta lagi sunnudagin 11. februar 2024.

 

Søk starvið her.

 

Vilt tú hoyra meira?
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja ella skriva til Petur Meinhard Jacobsen, deildarleiðara, á 243641 og pmj@net.fo. Eisini ber til at ringja til Starvsfólkadeildina á 243009.

 

Stutt um NET
NET er dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum. Uppgávan hjá NET er at røkja og menna eitt so sterkt, skjótt og nútíðarhóskandi kervi sum yvirhøvur til ber og at selja nettænastur til allar fjarskiftisveitarar undir javnbjóðis treytum.

56 starvsfólk arbeiða á NET, sum hevur høvuðssæti í Klingruni í Hoyvík, men hevur virksemi í øllum landinum. Óansæð hvar vit eru stødd, raðfesta vit arbeiðsumhvørvið høgt og syrgja fyri, at øll eru bundin saman.

Líknandi størv

6. februar 2026
KT support lærlingur til Storm   Faroe Islands nýtt
5. februar 2026
3. februar 2026
3. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið