Elektron
Útgivið
30. september 2024
Útgongur
20. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú royndir við nettøkni, og ert tú áhugað/ur í KT-trygd? So kanst tú verða tann, vit leita eftir!

Vit bjóða tær eitt dynamiskt og mennandi starv í einum toymi, har faklig menning og samstarv eru í hásæti. Tú gerst partur av tí longu dugnaliga nettoyminum, har nógvar spennandi uppgávur liggja fyri framman.

Elektron er størsti veitarin av sergjørdum Fortinet loysnum í Føroyum, og tú fert serliga at arbeiða við Fortinet tøkni. Tú hevur fyrimun, um tú áður hevur arbeitt við hesari tøknini.

Vit bjóða tær:

  • Eitt dynamiskt og mennandi arbeiðsumhvørvi.
  • Fakliga menning við spennandi uppgávum innan nettøkni og KT.
  • Eitt gott toymi, har samstarv og læring verða raðfest.

Vit kundu hugsað okkum, at tú:

  • Hevur royndir við nettøkni og KT-trygd.
  • Hevur kunnleika til Fortinet ella líknandi útgerð.
  • Raðfestir KT-trygd høgt og torir at loysa torførar uppgávur.

Um Elektron
Í Elektron raðfesta vit trivnaðin. Her skalt tú sum starvsfólk trívast, fáa hóskandi avbjóðingar og hava møguleikan at menna teg. Vit vænta eisini, at okkara starvsfólk eru eyðkend fyri eldhuga, ábyrgdarkenslu og tænastuhuga. Tú kanst vænta tær eitt dámligt og óformelt samskifti við tínar starvsfelagar, har øll eru til reiðar at stuðla tær í tínum arbeiði.

Lønin verður avtalað út frá royndum og útbúgving.

Elektron er millum landsins størstu veitarar av KT-tænastum til føroyskar fyritøkur og almennar stovnar. Umframt at vit hýsa føroya størstu hýsingarstøð, bjóða vit tænastur sum t.d. skipanarmenning, net, KT-ráðgeving, Mínrokning og Print og Pakking.

Á Elektron starvast 70 fólk, og árliga sølan er umleið 100 mió.kr.

Umsókn og freist
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Kristjan Petursson, Rakstrar- og Tøknileiðari, á telefon 295129 ella við at skriva til kristjan@elektron.fo – hann svarar fegin.

Umsókn við CV og avrit av møguligum prógvum mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 20. oktober 2024. Umsóknin skal sendast til: hr@elektron.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið