Lýsing
KT-deildin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir KT-fólki til netverk, rakstur og at verða partur av "2nd level support". Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Starvið fevnir um, at vera við til at tryggja, at Heilsunet koyrir optimalt. Heilsunet fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús og Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn. Netið byggir á framkomna Cisco tøkni, har vit eru ávegis at fáa Cisco ISE út til allar partar av heilsunetinum.
Tú verður partur av 2nd level support í KT-Deildini, har tú saman við øðrum á LS og uttanhýsis veitarum m.a. kemur at taka tær av:
- At dagføra og samskipa dagføringar av netútgerð
- Viðlíkahald av skipanum til netið
- Reka og feilmelda netskipanir
- Skjalafesting av skipanum, vegleiðing og framleiðing av mannagongdum til 1st level
- Loysa fyrifallandi uppgávur umvegis KT-skivuna
- Stuðla "1st level" m.a. at hjálpa til í KT-skivuni
- Luttaka í ymiskum verkætlanum og arbeiðsbólkum
- Samskifta við tænastuveitarar
Um teg
Starvið setir høg krøv til tín sum persón, har tú skalt megna at hava nógvar bóltar í luftini samstundis. Tað er umráðandi at tú ert positivur, og ein virkin liðleikari á KT-Deildini. Tað er umráðandi er at tú ert nærlagdur, hevur góð analytisk evni og dugur væl at feilfinna. Av tí at talan er um nógv samskifti við veitarar er umráðandi at tú dugur at samskifta á enskum.
Vit ímynda okkum at tú hevur eina viðkomandi útbúgving, relevantar certifiseringar ella drúgvar starvsroyndir frá líknandi starvi. Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir við heilsufakskipanum so sum Cosmic og eisini um tú hevur royndir við SQL.
Løn og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Bjarna Fríðberg, KT-leiðara, tlf. 234689.
Umsóknarfreistin er 03.12.2024
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skula havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.