Útgivið
25. august 2022
Útgongur
9. september 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum neurosálarfrøðingi at byrja 01.10.2022 ella eftir avtalu. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv. Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Klaksvíkar sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús.

Um starvið
Arbeiðið fevnir um at kanna og viðgera m.a. fólk við heilaskaða/heilasjúkum, veita ráðgeving til sjúklingar og avvarðandi, og luttaka í tvørfakligum samstarvi. Undirvísing av starvsfólki innan økið verður eisini ein partur av arbeiðsuppgávuni.

Økið er skipað av nýggjum og tú verður við til at menna og mynda økið í Sjúkrahúsverkinum.

Staðsetingin hjá neurosálarfrøðinginum verður á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum og kemur tú at vísa til leiðaran á Ergo- og fysioterapideildini.

Førleikar

  • Útbúgving sum neurosálarfrøðingur ella sálarfrøðingur við serútbúgving innan kliniska neurosálarfrøði
  • Fakligar royndir við neurorehabilitering
  • Góðar telduførleikar
  • Førleikar at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga
  • Evni at seta í verk fyriskipanir

Vit vænta
Eitt starvsfólk, ið er fyrikomandi og álitisvekjandi. Vísir góðan hugburð og hevur fokus á tvørfakligt samstarv. Eisini verður væntað høgt fakligt støði og vitan um nýggjastu granskingina á økinum.

Vit bjóða

  • Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi og tvørfakligum umhvørvi
  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
  • Felags innleiðslu

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Felagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á t-post alvha@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 11.09.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið