Útgivið
22. oktober 2021
Útgongur
15. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Námsfrøðingar til Barnalund í Fuglafirði

Søkt verður eftir:

  • Einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu 25 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Starvið er tíðaravmarkað til 30. juni 2022.
  • Einum námsfrøðingi til barnagarðsstovu 30 tímar um vikuna at byrja 1. desembur 2021.

Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við tveimum stovum í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur tú á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  • ið hevur umsorgan fyri børnunum.
  • ið bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi.
  • ið er sinnað at arbeiða eftir okkara námsætlan.
  • ið er týðiligt í samskifti og leggur dent á gott samstarv.
  • ið hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. Royndir við Karlstad og tekn til talu kann vera ein fyrimunur.
  • ið er eldhugað og konstruktivt.
  • ið sær møguleikar fram um mørk.

Vit kunnu bjóða tær:

  • áhugavert og avbjóðandi starv.
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
  • eitt starv, har tú kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan.
  • sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi.

Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um størvini:
Vilt tú vita meira um stovnin og størvini,  kanst tú seta teg í samband leiðaran í Barnalund

Hannu I. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um, skal sendast til býráðsskrivstovuna: Í støð 5, 530 Fuglafjørður ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 15. november 2021. Setanarsamrøður verða í viku 46.

 

Fuglafjarðar kommuna

Í støð 5, 530 Fuglafjørður

info@fuglafjordur.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið