Útgivið
15. maj 2022
Útgongur
6. juni 2022
Staður
Faroe Islands
Vitjandi
11

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • Námsfrøðingum til bæði vøggustovu og barnagarðsstovu, at arbeiða 30-40 tímar um vikuna.
  • Einum námsfrøðingi á 30 tímar um vikuna at arbeiða við sertørvi á barnagarðsstovu. Umframt at verða partur av toymi á barnagarðsstovu, hevur viðkomandi yvirskipaða ábyrgd av at fyrireika og fyriskipa stuðlandi virksemið og mannagongdir í mun til barn við down syndromi. Royndir við karlstad og tekn til talu kann vera ein fyrimunur.
  • Eisini verður søkt eftir einum varaleiðara.

Vit vænta, at varaleiðarin:

  • Hevur áræði at taka lut í leiðsluni av stovninum
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd
  • Hevur góð evni at umstilla seg í einum broytiligum umhvørvi
  • Við virðing og umsorgan fyri  einstaka barninum, foreldrum og starvsfeløgum, hevur áræði at skapa ein fjølroyttan, litríkan og tryggan gerandisdag

Tað er ein treyt, at varaleiðarin er útbúgvin námsfrøðingur og eisini røkir námsfrøðiligt arbeiði á eini stovu.

  • Størvini eru til setan 8. august 2022, ella eftir nærri avtalu.
  • Námsfrøðilesandi,  fáa prógv í summar, eru vælkomin at søkja.
  • Um námsfrøðingar ikki verða settir, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 Hvørji eru vit:

  • Barnalund, er ein samansjóðaður dagstovnur ætlaður 60 børnum í aldrinum 0-6 ár. Stovnurin er skipaður í tvey hús,- við tveimum stovum í hvørjum húsi. Ein felagsgongd/-høll, við fjølbroyttum virksemismøguleikum, bindur húsini saman. Uttanumøkið hjá stovninum er stórt og endurspeglar í stóran mun uppruna lendið og bjóðar inn til ymiskar avbjóðingar. Meira kunning um stovnin og námsætlan finnur  á: fuglafjordur.fo/borgari/born-og-ung/dagstovnar/barnalund/

Vit sóknast eftir starvsfólki:

  •  hevur umsorgan fyri børnunum
  •  ynskir at vera við í menningini av námsfrøðiliga arbeiðinum á stovninum saman við starvsfólkahópinum
  •  bæði kann arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  •  samskiftir týðiligt og leggur dent á gott samstarv
  •  hevur arbeiðsroyndir, sum kunnu nýtast í dagliga arbeiðinum. Royndir við karlstad og tekn til talu kann vera ein fyrimunur.
  •  er eldhugað og konstruktivt
  •  sær møguleikar fram um avmarkingar

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt áhugavert og avbjóðandi starv
  • fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • eitt starv, har  kanst nýta tínar dygdir, hava ávirkan og samstundis menna teg sjálvan
  • sparring við aðrar námsfrøðingar í toymi

Setanartreytir:
Løn eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Fyri at verða settur í starv, skal umsøkjari hava reina barnaváttan.

Meira fæst at vita um størvini:
Vilt  vita meira um stovnin og størvini, kanst  seta teg í samband við leiðaran í Barnalund

Hannu I. Hansen á tlf. 238031.

Umsókn:
Umsókn saman við prógvi og møguligum viðmæli/-um skal sendast til:

Fuglafjarðar Kommunu
Í støð 5,
530 Fuglafjørður

ella umvegis teldupost á info@fuglafjordur.fo. Umsóknarfreistin er mánadagin 6. juni 2022.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið