Útgivið
26. november 2021
Útgongur
9. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Námsfrøðingar til Blákolluna

Nú hevur tú møguleika at gerast partur av starvsfólkahópinum í Blákolluni. Vit søkja eftir trimum ágrýtnum og jaligum námsfrøðingum at byrja 1. jannuar 2022 ella eftir nærri avtalu. 

Vit fara at arbeiða við námsfrøðiliga amboðnum Betri vinir, sum ger tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing við støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi. 
Hetta er sostatt eitt gylt høvi hjá tær at nema tær vitan um verkætlanina hjá Barnabata, Betri vini. Tú kemur at ganga á odda við at fáa hetta arbeiðsamboð sjónligt í arbeiðsdegnum og somuleiðis virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur.
Talan er eitt um 1 starv til námsfrøðing í vøggustovu við 12 børnum og 2 størv til námsfrøðing í barnagarðstovu við 16 børnum. 

Blákollan bjóðar tær

  • At verða við frá byrjan við verkætlanini Betri vinir
  • Ein stovn, har tú kanst seta tín dám á gerandisdagin
  • 48 fitt børn, ið fegin vilja vera kreativ saman við tær
  • Ein góðan starvsfólkahóp og virkið foreldraráð
  • Ein ráðleggingardag um árið, har stovnurin er stongdur, og arbeitt verður við ymiskum námsfrøðiligum evnum, umframt tíð til fyrireiking

Vit vænta av tær

  • At tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, børn og foreldur
  • At tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • At tú ert sjálvstøðug/ur og hevur yvirlit
  • At tú kanst menna og stimbra børnini í teirra gerandisdegi
  • At tú ert fleksibul
  • At tú ert nærverandi, vísir áhuga og góðan hugburð til arbeiðið
  • At tær dámar at vera úti og brúka náttúruna sum ein part av arbeiðinum
    Tað hevur stóran týdning, at tú sum starvsfólk tolir broytingar, ið koma fyri á stovninum.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um 3 størv á 30 tímar hvørt. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Um so er, at námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv. Meira fast at vita frá Niels Juel Arge, barnaansingarsamskipara á tlf. 284538

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing skal vera okkum í hendi seinast hósdagin 9.des. 2021

Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: "Námsfrøðingar til Blákolluna".

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið