Útgivið
27. juli 2021
Útgongur
12. august 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Námsfrøðingar til Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarð

Vit søkja eftir tveimum námsfrøðingum at vera partur av okkara starvsfólkabólki eftir summarferiuna.

  • 1 starv á 30 tímar á barnagarðsstovu við 15 børnum
  • 1 starv á 20 tímar á vøggustovu

Talan er um føst størv, har av 1 tími eru til fyrireiking hvørja viku. Um eingin skikkaður námsfrøðingur søkir størvini, vera hjálparfólk sett.

Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarður er ein av elstu stovnunum í landinum, 70 ára gamal. Staðsetingin hjá stovninum er í miðbýnum í Havn. Bygningurin er í trimum hæddum, har stovurnar eru í tveimum teimum ovastu, og kjallarin hevur verkstað, rørslurúm o.a.. Her er heimligt og fjálgt, og starvsfólkini støðast væl her. Stórur partur av garðinum bleiv dagførdur fyri stuttum. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur.

Vit hava tríggjar stovur: - Bólið (vøggustova): 16 børn

    - Reiðrið: 20 børn

    - Látrið: 15 børn

Vit kunnu bjóða:

  • Áhugavert og avbjóðandi starv
  • Rúm fyri nýhugsan og forvitni
  • Góðar og álítandi starvsfelagar
  • Ein gamlan, men rúmligan stovn við nýggjum spæliplássi
  • Eitt arbeiði mitt í býnum við hópin av møguleikum
  • At arbeiða við Betri Vinum

Vit vænta, at tú: 

  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Kann taka ábyrgd
  • Hevur góðar førleikar at samstarva bæði við starvsfelagar, børn og foreldur.
  • Sær loysnir heldur enn forðingar
  • Áhuga/ur ið at menna teg fakliga
  • Klárar at hava yvirlit

Størvini vera sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Umsókn saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum skulu sendast til drim@olivant.fo í seinasta lagi 12.08.21.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til stovnsleiðaran Beintu J. Danielsen á tlf. 212253

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið