Útgivið
1. juni 2021
Útgongur
16. juni 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Námsfrøðingar til Náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta í Søldarfirði

Lýst verður eftir trimum námsfrøðingum

1 námsfrøðingi til  vøggustovu á 30-33 t/v. har byrja verður í starvinum mánad. 15 aug. 21 ella eftir nærri avtalu.

Tíðaravmarkað størv

2 námsfrøðingum til tíðaravmarkað størv í barnagarðstovu, 30-33  t/v, annað fram til 1 mai 2022 og annað fram til 15 juli 2022 byrja verður í størvinum 15 aug 21 ella eftir nærri avtalu.

Um okkum:

Sóljuhjarta liggur sentralt í meginøkinum.

Í Sóljuhjartanum starvast, um 30 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk.

Vit hava 4 barnagarðstovur og 2 vøggustovur, 80 barnagarðsbørn og 26 vøggustovubørn. Barnagarðsbørnini halda til í Sóljuhjarta og vøggustovubørnini í Hólmanum (Søldarfjarðar skúli)

Vit leggja dent á:

-      At møta barninum, har tað er í menningini

  • Fría spælið, har børnini fáa brúkt og ment hugflogið, motorikk og rørslu
  • Gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar
  • At vera opin, fakliga forvitin, kreativ/ur og skapa eitt námsfrøðiligt mennandi umhvørvið
  • At verða nýhugsandi, ígongdsetandi og at megna broytingar um so skuldi verið.
  • At síggja møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum
  • Trivnað á stovninum
  • Hava tað stuttligt og flenna saman, børn sum vaksin

Lønar og setanartreytir Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og  Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Námsfrøðingar verða løntir á stig 11-22.

Søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk vera sett tíðaravmarkað ístaðin.

Fleiri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Káru Løkin, leiðara tlf. 297171/667170

Umsóknir Umsókn skal vera kommununi í hendi í seinasta lagi mikudagin 16 juni 21, søk starvið á runavik@runavik. leys størv

Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 600 Saltangará

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið