Námsfrøðingur til Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarð (longd freist)


Útgivið
15. september 2021
Vitjandi
2

Lýsing

Skriva út

Námsfrøðingur til Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarð (longd freist)

Vit søkja eftir einum námsfrøðingi at arbeiða á Látrinum 30 t/vikuna. Látrið er ein barnagarðsstova har pláss er fyri 15 børnum. 3 starvsfólk eru knýtt at stovuni.

Talan er um fast starv, har av 1 tími eru til fyrireiking hvørja viku. Um eingin skikkaður námsfrøðingur søkir starvið, verður hjálparfólk sett.

Dr. Ingridar Meinigheitsbarnagarður er ein av elstu stovnunum í landinum, 70 ára gamal. Staðsetingin hjá stovninum er í miðbýnum í Havn. Bygningurin er í trimum hæddum, har stovurnar eru í tveimum teimum ovastu, og kjallarin hevur verkstað, rørslurúm o.a.. Her er heimligt og fjálgt, og starvsfólkini støðast væl her. Stórur partur av garðinum bleiv dagførdur fyri stuttum. Stovnurin er ein sjálvsognarstovnur.

Vit hava tríggjar stovur: - Bólið (vøggustova): 16 børn

    - Reiðrið: 20 børn

    - Látrið: 15 børn

Vit kunnu bjóða:

  • Áhugavert og avbjóðandi starv
  • Rúm fyri nýhugsan og forvitni
  • Góðar og álítandi starvsfelagar
  • Ein gamlan, men rúmligan stovn við nýggjum spæliplássi
  • Eitt arbeiði mitt í býnum við hópin av møguleikum
  • At arbeiða við Betri Vinum

Vit vænta, at tú: 

  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Kann taka ábyrgd
  • Hevur góðar førleikar at samstarva bæði við starvsfelagar, børn og foreldur.
  • Sær loysnir heldur enn forðingar
  • Áhuga/ur ið at menna teg fakliga
  • Klárar at hava yvirlit

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Starvsbyrjan er skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Umsókn saman við avriti av prógvi, møguligum viðmælum og royndum skulu sendast til drim@olivant.fo í seinasta lagi 28.09.21.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til stovnsleiðaran Beintu J. Danielsen á tlf. 212253

 

Líknandi størv