Útgivið
29. september 2021
Útgongur
12. oktober 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Námslektari til Útbúgvingina í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetrinum

Fróðskaparsetur Føroya søkir eftir námslektara til tíðaravmarkað avloysarastarv.

Starvið fevnir um undirvísing í ástøðiligum skeiðum á Útbúgvingini í listaligum arbeiði á Føroyamálsdeildini. Útbúgvingin í listaligum arbeiði er ein tríára BA-útbúgving við ymiskum undirvísingargongdum- og hættum og fleiri avtalum um samstarv við hægri lærustovnar í Norðurlondum. Viðkomandi, sum verður sett/ur, skal umframt at undirvísa vera við til reka og støðugt menna útbúgvingina saman við virkandi útbúgvingarleiðara. Starvið er tíðaravmarkað avloysarastarv frá 1. november 2021 til 1. september 2022 við møguleika fyri leingjan.

Føroyamálsdeildin bjóðar út BA- og MA-útbúgving umframt hjánám í Føroyskum og BA-útbúgving í Listaligum arbeiði. Á deildini eru 14 starvsfólk í føstum starvi umframt verkætlanarsett og umleið 65 lesandi.

Førleikar
Námslektari skal hava góðan fakligan førleika, rímiligan vísindaligan førleika, helst fyrisitingarroyndir í sambandi við hægri undirvísing, men fyrst og fremst góðan pedagogiskan førleika og duga at undirvísa. Námslektari hevur vanliga ikki granskingarskyldu, men kann frá dekani fáa tillutað granskingartíð.

Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava viðkomandi universitetsútbúgving á kandidatstigi og hava góðan førleika í føroyskum, norðurlendskum og enskum máli.

Fyrimun hava umsøkjarar við:

  • góðum undirvísingarførleika og undirvísingarroyndum
  • innliti í listaligar útbúgvingar á hægri stigi og/ella royndum við listaligum arbeiði
  • fyrisitingarligum royndum
  • d. ella rímiligum vísindaligum førleika

Harumframt er umráðandi, at tann, sum sett/ur verður, hevur góð samstarvsevni og megnar at gerast partur av dagligu arbeiðsgongdini á einari universitetsdeild.

Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir.

Umsóknin skal sendast teldutøk til umsokn@setur.fo.

Setanargongd
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróðskaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Freist
Umsóknarfreist er 12. oktober 2021.

Neyvari upplýsingar
Neyvari upplýsingar fáast við at venda sær til Berg Djurhuus Hansen, dekan á Føroyamálsdeildini, bergurdh@setur.fo. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya og Útbúgvingina í listaligum arbeiði í  síggjast á www.setur.fo

 

Stutt um Setrið: Fróðskaparsetur Føroya er Føroya týdningarmesti hægri útbúgvingar- og granskingarstovnur. Virksemið á Fróðskaparsetrinum er gransking og granskingargrundað undirvísing, har samvirkan millum hesi bæði hevur til endamáls at tæna skiftandi tørvum og raðfestingum í føroyska samfelagnum og umhvørvinum um okkara leiðir.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 100 undirvísarar og granskarar, eini 40 starvsfólk í fyrisitingini og okkurt um 1000 lesandi. Setrið fevnir um fimm deildir og eina miðfyrisiting. Í øllum okkara virki er tað okkara skylda at veita javnbjóðis møguleikar, virka fyri inklusión og at stimbra trivnaðin hjá  okkara lesandi og starvsfólki í einum umhvørvi, har øll kunnu mennast.

 

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið