NORÐOYA BÚ- OG HEIMATÆNASTA
Útgivið
30. september 2022
Útgongur
18. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Sjúkrarøktarfrøðingur í fast starv frá 1. november 2022. Setanarbrøkurin er 1,0 við dagvaktum á yrkadøgum ella 0,8 við blandaðum vaktum og annaðhvørt vikuskifti.

Høvuðsendamálið við starvinum er at tryggja dygdargóða sjúkrarøkt við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka. Á Heiminum við Vágna ynskja vit at styrkja og menna sjúkrarøktina við at seta ein sjúkrarøktarfrøðing, sum hevur yvirskipaða ábyrgd av sjúkrarøktini á okkara búeindum. Sjúkrarøkt á Heiminum við Vágna umfatar m.a. sjúkufyribyrging, sjúkrarøkt, endurmenning, samskipan og vegleiðing til búfólk, avvarðandi, starvsfólk, næmingar og lesandi.

Á heiminum eru tríggjar eindir við tilsamans 24 plássum. Á ovaru hæddini búgva 16 fólk á tveimum eindum. Niðara hæddin er skipað sum umlættingareind.

Tú fert at hava høvuðsábyrgdina av sjúkrarøktini á teimum báðum búeindunum á ovaru hæddini.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst autorisatión og útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur.

Vit kunnu bjóða tær eitt spennandi og sjálvstøðugt starv við góðari innleiðslu. Uppgávurnar eru fjøllbroyttar og fakliga avbjóðandi, og tí eru breiðar kliniskar royndir, bæði úr sekundera og primera geiranum, viðkomandi fyri starvið. Somuleiðis kunnu útbúgving og royndir innan eldraøkið vera ein fyrimunur.

Arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur er skipað í samstarvi við aðrar eindir í Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, eins og við aðrar fakbólkar, stovnar og geirar. Tí vænta vit, at tú hevur góð evni at samskifta og samskipa, eins og vilja og evni til at virka í einum tvørfakligum toymi.

Í NBH eru góðir karmar hjá sjúkrarøktarfrøðingum at menna seg, bæði persónliga og fakliga.

Vit kunnu eisini bjóða tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Monu Mariu úr Fugloy, deildarleiðara, á tel. +298 793440 ella við telduposti til monamariaf@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 17. oktober 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið