Lýsing
Nærløgd hagtalsfólk til Sjúkrahúsverkið

Hevur tú áhuga fyri dáta í einum heilsuligum høpi?
Sjúkrahúsverkið hevur brúk fyri starvsfólki við hegnisligari talkvørn til dátu og hagtalsarbeiði. Megnar tú at gera skilligar greiningar og veita dáta til kliniska arbeiðið og betranararbeiðið? Megnar tú at umseta samansett og fløkt viðurskifti til vanliga talu og dátur? Hevur tú skipanarliga fatan av bygnaðinum í Sjúkrahúsverkinum, og dugir tú at samstarva tvørturum eina samansetta organisatión? So hava vit røttu størvini til virkishugað hagtalsfólk.
Størvini
Talan er um tvey størv.
Tú fært fjøltáttaðar uppgávur og møguleika fyri at arbeiða sjálvstøðugt og í samstarvi innan ymisk øki í Sjúkrahúsverkinum. Tú fært arbeiði við dáta sum grundarlagi fyri skráseting, stýring, greining og betranum av tænastunum. Dáta er grundleggjandi fyri neyvari stýring, dygdarmenning og betranarátøkum, og tí kemur tú at samstarva tætt við starvsfelagarar í Kliniska stápi, KT-økinum og onnur.
Høvuðsuppgávurnar eru at:
- Veita heilsudata sum grundarlag fyri arbeiði á politiskum støði, hjá leiðslum, dygdarmennarum, sjúklingaleiðbeinarum, klinikarum, granskarum og øðrum viðkomandi samstarvsfeløgum
- Savna, skipa og samskipa data um virksemi, og veita regluligar frágreiðingar
- At verða bindilið millum skrásett data og hagtalsfrágreiðingar
- Fylgja reglum fyri grundleggjandi umsitingarligu skrásetingini í Sjúkrahúsverkinum
- Verða partur av toymum í verkætlanum um betranarátøk
Førleikar
Vit vænta, at tú hevur akademiska útbúgving innan t.d heilsu- ella samfelagsvísund, hagfrøði, verkfrøði, KT, við førleikum til tekniska partin av hagtalsviðgerð inan Sjúkrahúsverkið
Persónligir eginleikar
Tú megnar at taka ábyrgd, samstarva og ganga undan í at finna loysnir og byggja starvið og samstarvið upp saman við organisatiónini. Umframt at tú:
- Megnar at raðfesta
- Megnar bæði at arbeiða sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi
- Hevur organisatoriskt tilvit í eini stórari organisatión
- Ert opin og tænastusinnað/ur
- Megnar at arbeiða ítøkiliga og tøkniliga við skiftandi verkætlanarlíknandi uppgávum
Vit vænta
Umframt at tú hevur eitt útinnandi arbeiðslag, megnar at arbeiða strategiskt og skipað, kann tað vera fyrimunur, at tú hevur royndir við ella førleikar í:
- Statistiskum greiningum av data (Excel, BI og SQL)
- Talgildum heilsuskipanum (Cosmic)
- Arbeiði í Sjúkrahúsverkum
- Arbeiði í eini politiskari organisatión og sans fyri at menna gott samband og samstarv í eini stórari organisatión
- At samskifta og miðla
- At arbeiða saman við fleirfakligheit
Lønar og setunartreytir:
Starvið verður sett frá 1. oktober ella eftir nærri avtalu. Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýingsar um starvið fáast við at seta seg í samband við leiðaran á Kliniska stápi, Maritu Andrasardóttir á tlf. 281500 ella umvegis maran@ls.fo
Umsóknarfreistin er 08.09.2021
Søk starvið her
Kliniskur Stápur
Kliniskur stápur er nýggjur í Sjúrkahúsverkinum og er samansettur av verandi og nýggjum virksemi. Yvirskipað hevur Kliniski stápurin ábyrgd av ymiskum tvørgangandi uppgávum saman við - og fyri klinisku deplarnar. Hesar uppgávur eru miðsavnaðar í kliniska stápinum, so tær stuðla undir virkseminum í samlaða Sjúkrahúsverkinum. Málið er, at Kliniski stápurin við sínum ymisku uppgávum, bæði er ein longdur armur og ein serstøk tænasta til klinisku deplarnar. Somuleiðis virkar stápurin sum bindilið millum Stjórn, klinisku deplarnar og deildirnar í serstøku uppgávunum hjá stápinum. Kliniski stápurin samstarvar við allar deplar og deildir og gongur undan í at samskipa, góðskutryggja og menna Sjúkrahúsverkið. Kliniski stápurin hevur uppgávur bæði í mun til sjúklingin og starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum.
Í Kliniski stápi eru hesi virksemi, Hagtalsserfrøði, Sjúklingaleiðbeinarar, Dygdarmennarar, Smittuverja, umframt Uttanlandstænastan, Sjúklingahotellið Tórshavn og Farmasi. Tilsamans arbeiða áleið 50 starvsfólk, við ymiskum uppgávum og útbúgvingum í skipaðum eindum í Kliniska stápi.