Útgivið
16. juli 2021
Útgongur
6. august 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Náttúrubarnagarðin Sóljuhjarta í Søldarfirði

Lýst verður eftir námsfrøðingum og avloysarum til Sóljuhjarta, barnag/vøggust, byrja verður í størvinum 1 sept. 21 ella eftir nærri avtalu.

Trý av størvinum, sum námsfrøðingar, eru tíðaravmarkað størv í barnagarðstovu, 30-33  t/v. Tvey størv er fram til 1 mai 2022 og eitt til 15 juli 2022

Sóljuhjarta liggur sentralt í meginøkinum.

Í Sóljuhjartanum starvast, um 30 fakliga dugnalig og íðin starvsfólk.

Vit hava 4 barnagarðstovur og 2 vøggustovur, 80 barnagarðsbørn og 26 vøggustovubørn. Barnagarðsbørnini halda til í Sóljuhjarta og vøggustovubørnini í Hólmanum (Søldarfjarðar skúli)

Vit leggja dent á:

  • At møta barninum har tað er í menningini
  • Fría spælið, har børnini fáa brúkt og ment hugflogið, motorikk og rørslu
  • Gott samstarv við foreldur og aðrar samstarvspartar
  • At vera opin, fakliga forvitin, kreativ/ur og skapa eitt námsfrøðiligt mennandi umhvørvið
  • At verða nýhugsandi, ígongdsetandi og at megna broytingar um so skuldi verið.
  • At síggja møguleikar í náttúruni og gera brúk av teimum í arbeiðinum
  • Trivnað á stovninum
  • Hava tað stuttligt og flenna saman, børn sum vaksin

Lønar og setanartreytir Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og  Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Námsfrøðingar verða løntir á stig 11-23.

Søkir eingin námsfrøðingur, kann hjálparfólk vera sett tíðaravmarkað ístaðin.

Fleiri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Káru Løkin, leiðara tlf. 297171/667170

Umsóknir Umsókn skal sendast til soljuhjarta@runavik.fo seinasta freist er fríggjadagin 6.august 2021

Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 600 Saltangará

Líknandi størv

18. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið