SPORT 24 Føroyar Outlet
Útgivið
26. juni 2025
Útgongur
28. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Nú er tín møguleiki at mynda framtíðina hjá SPORT 24 Outlet her!

Hevur tú hug til at ganga á odda fyri einum innbjóðandi handli, har avrik og trivnaður eru sameind?
Vit leita eftir einum nýggjum eldhugaðum handilsleiðara!

Vit bjóða tær
• Fasta løn og starvsfólkaavsláttur
• Eitt leiðarastarv við ábyrgd
• At gerast partur av einari fyritøku í støðugari menning. Tú verður partur av áhugaverdum samstarvi við fyritøkuna Meistran, har dentur m.a. verður lagdur á leiðslumenning
• Eitt arbeiðspláss har vit leggja dent á ”tað góða arbeiðsplássið”

Vit ynskja
Ein leiðara, ið stuðlar felagsskapinum í SPORT 24 Outlet, og felagnum sum eina heild – eitt samstarv kring Føroyar. Tú ert sjónlig/ur, hevur eyga fyri smálutum og leggur dent á kundatænastu á høgum støði.

Umframt ímynda vit okkum, at tú:
• Hevur viljan til at ganga á odda fyri tí góða arbeiðsplássinum
• Ert ein leiðari, sum dugir at kveikja áhugan at arbeiða, og loyvir starvsfólkunum at hugna sær við arbeiðsuppgávunum
• Tekur og gevur ábyrgd
• Dugir at lurta og samskifta á virðiligan hátt
• Hevur handilsútbúgving og/ella viðkomandi leiðsluroyndir
• Hevur koyrikort

Uppgávur
• At skipa arbeiðið og vera viðleikari í handlinum
• Vera ein fyrimynd fyri tíni starvsfólk og leggja dent á starvsfólkatrivnað
• Vegleiða og ráðgeva starvsfólkum og kundum
• Bíleggja vøru og viðlíkahalda handilin í samspæli við toymið
• Tryggja innihald til Facebook- og Instagramsíðu
• At samstarva við hinar eindirnar í felagnum

Ert tú við uppá menning og avbjóðingar? Og ert tú klár/ur at taka næsta stigið? Vit eru spent at hoyra frá tær!
Send eina umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum til Ásu Pólsdóttir, starvsfólkaleiðara á asa@sport24.fo

Umsóknarfreistin er 28. juli 2025 kl. 12

Starvið er fastlønt. Løn og tímatal sambært avtalu. Ynskiligt er, at tú kanst byrja í starvið skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.

Spurningar? Ring ella skriva til Ásu á tlf. 257786 gerandisdagar kl. 10:00 – 15:00.

Hoyrast!

Um okkum: SPORT 24 Føroyar umfatar tríggjar handlar, sum eru: SPORT 24 Klaksvík, SPORT 24 Tvøroyri og SPORT 24 Outlet í Hoyvík. Umframt hesar eindir, so eru starvsfólk tilknytt goymsluni, kontórinum - og TEAM SPORT, sum er søla til ítróttarfeløg og líknandi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið