Lýsing
Landsverk søkir eftir sjónligum og framsøknum økisleiðara til Suðuroynna.
Starvið fevnir um leiðslu av grótbrotinum í Porkeri, smiðjuni í Øravík og vegahaldinum á Suðuroynni. Endamálið við starvinum er at tryggja skynsaman, tryggan og væl samskipaðan rakstur av økinum og at vera ein sjónligur og nærverandi leiðari fyri starvsfólkini á oynni.
Økisleiðarin vísir beinleiðis til deildarleiðaran á Virkisdeildini.
Arbeiðsuppgávur
Sum økisleiðari fært tú eitt fjølbroytt og mennandi starv, har tú skalt tryggja skynsaman rakstur, væl skipaða arbeiðsgongd og eina dygdargóða tænastu til brúkarar og samstarvsfelagar.
Høvuðsuppgávurnar fevna m.a. um leiðslu, rakstur og samskipan:
- Daglig leiðsla og samskipan av grótbrotinum, smiðjuni og vegahaldinum á oynni, herundir vetrarhald
- Starvsfólkaábyrgd, uppgávubýti og at tryggja góðan arbeiðsframburð og trivnað
- Skynsamur rakstur og framleiðsla av gróti og skervi
- Leiðsla og samskipan av smiðju og viðlíkahaldi av akførum og amboðum
- Umsjón av infrakervinum og arbeiði á infrakervinum í samstarvi við Deildina fyri Infrakervi
- Hava vakttelefonina hjá Landsverki, saman við økisleiðaranum norðanfyri
- Arbeiði innan heilsu, trygd og umhvørvi, í samstarvi við HTU-samskiparan hjá Landsverki
- Fakligt samstarv við leiðaran á maskinumsitingini, rakstrarleiðaran á framleiðsluni og økisleiðaran norðanfyri, ið allir hava líknandi uppgávur
Harumframt skalt tú Í tíðarskeiðum, áleið 20% av tíðini, arbeiða við byggiverkætlanum í oynni og hava uppgávur innan verkætlanarleiðslu, byggileiðslu v.m. og samskifta við ráðgevar, arbeiðstakarar og aðrar áhugapartar.
Førleikakrøv og væntanir
Vit leita eftir einum leiðara, ið bæði megnar at síggja heildarmyndina og at vera nærverandi í gerandisdeginum.
Vit vænta, at tú:
- Hevur útbúgving og arbeiðsroyndir innan handverk, byggi- og anlegsarbeiði, maskin-/framleiðsluumhvørvi ella líknandi tekniskt øki.
- Hevur leiðsluroyndir – ella ert klár/ur at taka næsta stigið sum leiðari.
- Dugir væl at samskifta við bæði starvsfólk, samstarvsfelagar og kundar.
- Ert skipað/ur, tekur ábyrgd og trívist við at taka avgerðir.
- Ert virkisfús/ur, ágrýtin og ikki bangin fyri at royna nýggjar arbeiðshættir.
- Dugur væl at brúka vanligar KT-skipanir og hevur koyrikort.
Vit bjóða
- Eitt spennandi starv í einum øki, við støðugum rakstri og góðum møguleikum fyri fakligari menning.
- Møguleika at mynda leiðslubygnað og arbeiðsgongd í Suðuroy saman við dugnaligum starvsfólkum.
- Ávirkan á tína egnu førleikamenning og góðar møguleikar at vaksa í starvinum.
- Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv við tænastustaði í Øravík. Starvið verður sett skjótast til ber. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.
Tú mást tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Umsóknir
Prógv og lívrensl (CV) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðuna okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. januar 2026.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Jann Dam Frandsen, deildarleiðara á Virkisdeildini, tlf. 290 841 / jada@lv.fo.