Økistænastan søkir eftir røktarstarvsfólkið, reingerðisfólkið og køksfólkið

Økistænastuna í Sandoyar Sýslu
Útgivið
15. oktober 2020
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Page Views
121

Lýsing

Økistænastan í Sandoyar Sýslu søkir eftir starvsfólkum.

Til Áargarð á Sandi, verður søkt eftir røktarstarvsfólkið og fólki til reingerð og køk.
Til røktina verður søkt eftir starvsfólki við heilsufakligari útbúgving.

Setanarbrøkurin er 0.7 í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Til reingerð verður søkt eftir fólkið, mánadag til fríggjadag. Arbeiðstíðin er frá kl: 8.00-12.00.

Til køkin verður søkt eftir fólkið  mánadag, týsdag, leygardag og sunnudag aðru hvørja viku, Arbeiðstíðin er frá kl: 9.00-13.00. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella royndum hava fyrimun.

 

Til allar stovnar og útiøki verður søkt eftir avloysarum.

Vit hava tørv á avloysarum til røktina. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella royndum hava fyrimun. Øll fáa góða upplæring

Sum avloysari avger tú sjálv / sjálvur, hvussu nógva tíð tú ynskir at arbeiða. Vit hava tørv á álítandi fólki, ið ynskja at gera mun í lívinum hjá okkara eldru borgarum.

Til Sambýlið Skerið í Skopun hava vit somuleiðis tørv á fólki til køkin annað hvørt vikuskiftið. Arbeiðstíðin er frá kl: 9.00-13.00. Umsøkjarar við viðkomandi útbúgving ella royndum hava fyrimun.
Førleikakrøv:

  • Prógv, møgulig autorisatión, upplýsingar um starvsroyndir og  viðmæli.
  • At tú er jalig/ jaligur og hevur lætt við at umstilla teg
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og menniskjum við skerdum førleikum

 

Vit kunnu bjóða:

  • Góða upplæring
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfelagum.

Setanarviðurskifti:
Størvini verða sett sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi feløg.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú vælkomin at seta teg í samband við økisleiðaran, Randarsól Kristiansdóttir, telefon 793601 ella teldupost ot@ot.fo

Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal verða okkum í hendi í seinasta lagi  29.10.-2020.        

Umsóknin skal sendast til

 

Økistænastuna  í Sandoyar Sýslu
Miðgøta 8, Fo-210 Sandur

ella á teldupost

ot@ot.fo
Att: Randarsól  Kristiansdóttir

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha

Líknandi størv