VØRN MRCC
Útgivið
3. november 2022
Útgongur
28. november 2022
Staður
Yviri við Strond 3 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
vorn@vorn.fo
Vitjandi
151

Lýsing

Eitt starv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst.

Starvstíðin telur sum starvstíð við handilsskipum.

Ert tú ung/ungur, tó minst 16 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.

Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.

Førleikakrøv:

  • Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
  • Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.

Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum.

Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Áðrenn setan verður almenn revsiváttan umbiðin.

Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi, í seinasta lagi 28. november 2022 kl. 12.00.

Eftir ætlan skal tann sum blívur settur, byrja í starvinum 02.jan 2023.

Umsóknirnar skulu sendast til:
VØRN
postsmoga 1238
110 Tórshavn
.
Ella sum teldupost til: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Líknandi størv

Sjúkrarøktarfrøðingur til B7   Faroe Islands nýtt
2. december 2022

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið