
Lýsing
Eitt starv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst.
Starvstíðin telur sum starvstíð við handilsskipum.
Ert tú ung/ungur, tó minst 16 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.
Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.
Førleikakrøv:
- Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
- Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.
Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.
- Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
- Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.
- Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum.
- Tænastustaðið er í løtuni Vørn.
- Áðrenn setan kann almenn revsiváttan blíva umbiðin.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi, í seinasta lagi 22. mai 2023 kl. 12.00.
Eftir ætlan skal tann sum blívur settur, byrja í starvinum 27.juli 2023.
Umsóknirnar skulu sendast til:
VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: vorn@vorn.fo
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo