Fiskiveiðieftirlitið
Útgivið
1. september 2025
Útgongur
16. september 2025
Staður
Postsmoga 1238, 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Faklært, Fulltíðarstarv
T-post
vorn@vorn.fo

Lýsing

Eitt starv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn, verður hervið lýst leyst.

Starvstíðin telur sum starvstíð við handilsskipum.

Ert tú ung/ungur, tó minst 16 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.

Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.

Førleikakrøv:

  • Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
  • Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.

Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.

Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Setanarøkið er Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðið og stovnar undir ráðnum.
Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Áðrenn setan kann almenn revsiváttan blíva umbiðin.

Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi, í seinasta lagi 16. september 2025 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

VØRN, postsmoga 1238, 110 Tórshavn. Ella sum teldupost til: vorn@vorn.fo
(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Líknandi størv

Ófulltikin dekkari til Vørn   Faroe Islands nýtt
1. september 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið