Vørn MRCC
Útgivið
23. oktober 2023
Útgongur
6. november 2023
Staður
Yviri við Strond 3 Postrúm 1238 FO-110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
vorn@vorn.fo

Lýsing

Trý størv sum ófulltikin dekkari á skipunum hjá Vørn, verða hervið lýst leys.

Eina verður at seta sum skjótast, hini januar 2024.

Starvstíðin telur sum starvstíð við handilsskipum.

Ert tú ung/ungur, tó minst 16 ár og hevur hug til arbeiði umborð á skipi, og ætlar tær eina útbúgving sum navigatørur, so er hetta ein góður møguleiki.

Arbeiðið umfatar at ganga vakt og annars at taka lut í vanligum skipsarbeiði.

Førleikakrøv:

  • Skal hava heilsuváttan til sjófólk, ið er uttan avmarkingar, og vera skikkað/skikkaður til kagtænastu.
  • Fyrimunur er við gildugum trygdarskeiðsprógvi.

Setanin sum ófulltikin dekkari er avmarkað til tvey ár.
Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Tríggir teir fyrstu mánaðirnir eru royndartíð.

Setanarøkið er Fiskimálaráðið og stovnar undir ráðnum.

Tænastustaðið er í løtuni Vørn.

Áðrenn setan kann almenn revsiváttan blíva umbiðin.

Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal vera Vørn í hendi, í seinasta lagi 06. november 2023 kl. 12.00.

Umsóknirnar skulu sendast til:

VØRN, postsmoga 1238, 110 TórshavnElla sum teldupost til: vorn@vorn.fo

(øll viðheft skjøl skulu vera í pdf-formati)

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Vørn tlf. 31 10 65 og tosa við Jóannes Heimustovu. Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.vorn.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið