Lýsing
P/F Varðin Pelagic søkir eftir fólki við tekniskum førleikum til Baader maskinur
Á teknisku deild hjá Varðanum Pelagic er starv til fólk við tekniskum førleikum til Baader maskinur, leyst at søkja. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Vit eru eitt framkomið matvøruvirkið har telduskipanir eru ein partur av dagligdegnum. Vit hava viðlíkaðhaldsskipan, framleiðsluskipan og skjalastýringsskipan til okkara innaneftirlit.
Arbeiðsuppgávur:
Varðin Pelagic er í gongd við at víðka um flakaframleiðsluna við at fáa fleiri flakamaskinur.
Í hesum sambandi sóknast vit eftir einum starvsfólki, ið kann standa á odda fyri at menna henda partin av framleiðsluni.
Í framtíðini kann roknast við, at hesin parturin veksur enn meira, og at tað fara at koma aðrar flakalinjur afturat teimum Baader maskinum, sum vit hava frammanundan.
Ætlanin er at viðkomandi skal leiða tekniska arbeiðið við flakamaskinunum í tøttum samstarvi við verðandi leiðarar innan el- og maskindeild.
Viðkomandi kemur at arbeiða undir leiðslu av tekniska leiðaranum fyri maskindeildina.
Førleikakrøv
Til hetta starvið krevst at tú ert áhugað/ur í at menna og betra, og hevur evnini at seta tær nýggj mál.
Flakamaskinurnar eru fullautomatiskar og tí krevst eitt ávíst innlit í bæði maskinur, el og stýringar.
Vit ynskja ein persón við royndum at arbeiða við Baader flakamaskinum, helst Baader 221.
Tað er eitt krav, at tú
- ert væl skipað/ur,
- ert støðug/ur,
- ert ábyrgdarfull/ur
- megnar at arbeiða sjálvstøðugt og tvørfakligt,
- hevur hóskandi telduførleikar,
- kann samskifta á enskum,
- hevur ein jaligan hugburð til uppgávurnar og
- tú viðvirkar til gott samstarv við starvsfelagarnar.
Umsókn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt eftir avtalu. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Helga Eysturberg, leiðara fyri maskindeildina á tlf. 291781 ella heey@vardin.fo
Umsókn við avritum av prógvum, cv og møguligum viðmælum verða send í telduposti til vphr@vardin.fo í seinasta lagi hósdagin 27. mai 2021.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.