Lýsing
Starvið byrjar skjótast gjørligt.
Krás er matvøruvirki, ið framleiðir og meirgóðskar kjøt og fisk til føroyska gerandisdagin. Úrvalið av Krás-vørum er fjølbroytt og fevnir bæði um føroyskan viðskera og feskan og frystan døgurðamat.
Í løtuni arbeiða umleið 15 fólk hjá Krás, sum er partur av Poul Hansen samtakinum og heldur til í Hósvík.
TÍNAR ARBEIÐSUPPGÁVUR:
- At pakka tað, sum virkið framleiðir
- Skera viðskera
- At taka eina hond í, tá brúk er fyri tí
ARBEIÐSTÍÐ OG TREYTIR:
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna:
- Gerandisdagar kl. 07.00 – 15.00
- Mánadagar kl. 06.00 – 15.00
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært avtalu.
UMSÓKN OG SAMBAND:
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:
Ásbjørn A. Midjord, leiðara á Krás, tlf. 23 53 60 ella asbjorn@ph.fo
Umsókn og CV skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 5. oktober 2025.