Lýsing
Paname Café søkir fólk at arbeiða fulla tíð
Paname er ein kafé við nógvum gestum, so vit vænta at tær dámar at arbeiða við høgari ferð, men samstundis eisini hevur ein áhuga í at veita eina góða og nærverandi tænastu.
Vit hava opið frá kl. 9 um morgunin til kl. 23 um kvøldið allar dagar í vikuni, og tí er matskráin fjølbroytt við bæði kaffi og køkur, sandwich og bollar umframt vín og øl.
Vit vænta tí ein áhuga fyri matgerð og servering – og er tað ein fyrimunur at hava royndir og vitan innan hetta økið. Eisini er tað ein fyrimunur at vera málsliga væl fyri.
Ert tú áhugaður í einum starvi á 30-40 tímar um vikuna á hugnaligum starvsplássi mitt í Tórshavn, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telduposti paname@paname.fo.
Løn sambært sáttmála hja Gistingarhús og matstovuvinnuni.
Starvið verður sett sjótast gjørligt.