Paname Café søkir fólk at arbeiða í kaféini

Útgivið
12. juli 2020

Lýsing

Skriva út

Paname Café søkir fólk at arbeiða í kaféini

Paname er ein kafé við nógvum gestum og lívi, so vit vænta at tær dámar at arbeiða við høgum
tempo, men samstundis eisini hevur ein áhuga í at veita eina góða og nærverandi tænastu.

Vit hava opið frá kl. 9 um morgunin til kl. 23 um kvøldið allar dagar í vikuni, og tí er matskráin fjølbroytt við bæði kaffi og køkum, sandwich og bollum umframt víni og øl. Vit vænta tí ein áhuga fyri matgerð og servering - og er tað ein stórur fyrimunur at hava royndir og vitan innan hetta økið. Eisini er tað ein fyrimunur at vera málsliga væl fyri.

Ert tú áhugaður í einum starvi á hugnaligasta starvsplássinum mitt í Tórshavn, ert tú vælkomin at
seta teg í samband við okkum á teldupost paname@paname.fo. Starvið verður sett skjótast gjørligt.