TAKS
Útgivið
4. november 2022
Útgongur
4. januar 2023
Staður
Smyrilsvegur 20 - Postboks 2151 - 110 Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

At vera pantifúti er eitt týdningarmikið starv. Í landsins tænastu er tað uppgáva tín at krevja inn pening, sum fólk og fyritøkur skylda landinum, og tað er eitt arbeiði, sum bara tey bestu kunnu fremja til fulnar.

Tú ert ein av teimum. Tú fornemmar tað longu.

Tí tú hevur tann myndugleika og tað umhugsni, ið skulu til fyri at røkja eitt so umráðandi starv, og nú hevur tú kjansin at søkja tað.

Um starvið
Ein pantifúti hevur ein fjølbroyttan dag. Umframt at gera pantingar, so kann hann eisini málsviðgera fallin krøv, gera konkursáheitanir, tinglýsa úttøkur, viðgera kærur og fráboða skuld - eitt nú mvg og skatt.

Hann er ein fastur partur av innheintingartoyminum hjá TAKS, ið telur fimm makkarar og leiðara.

Um teg
Tú hevur bankaútbúgving, skrivstovuútbúgving ella aðramáta innlit í roknskap ella økonomi. Tað er ein fyrimunur at kenna til debitorrøkt.

Samskifti við skuldarar er ein týðandi partur av starvinum. Tú dugir tí væl við menniskjum, sum eru í truplari støðu, vísir myndugleikan og umhugsnið, og tú skrivar og tosar føroyskt og enskt.

Tú hevur áhuga fyri lóg og kanst seta teg inn í galdandi reglur. Tú tekur ábyrgd og arbeiðir bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum.

Um setanarviðurskiftini
Starvið verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið í lønarflokki 5 ella 6, alt eftir útbúgving. Talan er um fulltíðarstarv, ið ætlandi verður sett 1. februar 2023. Høvuðsstarvsstaðurin er í løtuni TAKS í Havn. Setanarøkið er TAKS, men fevnir eisini um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí.

Hug at søkja?
Tað gert tú við at trýsta her. Fyll út og viðheft umsókn, CV og avrit av prógvum og viðmælum.

Umsóknarfreistin er 4. desember 2022 á midnátt

Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Eyðun Joensen, deildarleiðara, á 35 26 00 ella á eyjo@taks.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið