FØROYA POLITI
Útgivið
25. januar 2023
Útgongur
7. februar 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Eitt fulltíðarstarv sum parkeringsansari í Tórshavnar Kommunu er leyst at søkja, og starvið verður sett skjótast gjørligt.

Arbeitt verður yrkadagar frá kl. 9 til kl. 17, men tú kanst vænta, at tú kemur at arbeiða eftir kl. 17 onkrar yrkadagar. Tú kemur eisini at arbeiða í minsta lagi ein leygardag um mánaðin. Yvirtíð verður latin fyri arbeiði eftir kl. 17 og um vikuskiftið.

Tú verður lærd/ur upp av hinum parkeringsvørðunum og av politinum, og tú fært eisini undirvísing í parkeringsreglum og ferðslulógini.

Lønar- og setanartreytir verða eftir galdandi sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Setanin er treytað av, at tú kanst trygdargóðkennast, og starvið verður sett, tá trygdargóðkenningin er klár.

Tað er eisini ein treyt, at tú hevur koyrikort.

Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at ringja til Ingmar Hammer á tlf. 792080.

Umsóknin skal sendast sum teldupostur til FO-personalekontor@politi.dk, og umsóknarfreistin er mándagin 6. februar 2023 kl. 10.00.

Michael Boolsen, politistjóri

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið