Útgivið
12. maj 2022
Útgongur
23. maj 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Partíðarstarv við góðari løn í Páls Høll

Páls Høll søkir eftir tær, ið vil hava parttíðarstarv sum lívbjargari í Páls Høll. Tú verður partur av einum toymi, sum hevur ábyrgd av trygd, reingerð og kundarøkt.

Starvið fevnir í høvuðsheitum um:

  • standa fyri trygdini í hylinum
  • reingerð av Páls Høll
  • avgreiðslu av viðskiftafólki
  • fyrireika ymisk tiltøk í Páls Høll

Harumframt kemur tú at hava fastar vaktir annaðhvørt vikuskifti, leygardag 11:30 til 18:30 og sunnudag 8:00 – 11 & 14 – 17:30. Møguleiki er eisini fyri meirarbeiði eftir nærri avtalu við leiðaran.

Okur vænta, at tú:

  • ert fyrikomandi og tænastusinnað/ur
  • dugur væl at samstarva, men kann arbeiða sjálvstøðug/t
  • vísur arbeiðssemi og nærlagni
  • hevur hug og hegni at samskifta og vegleiða viðskiftafólki
  • hevur góðar telduførleikar
  • dugur at halda gott reinføri

Harumframt skalt tú duga væl at svimja og skal standa lívbjargararoyndina.

Okur ynskja, at tú kanst byrja skjótast gjørligt. Tað er ein fyrimunur, um tú longu hevur staðið lívbjargararoyndina, hevur royndir innan reingerð og aðrar royndir frá líknandi arbeiði.

Løn og setanartreytir
Starvið er tímalønt í lønarflokkið 2 í sáttmálað millum Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, og liggur tímalønin á áleið 200,00 kr.

Umsókn og spurningar
Tú kanst senda umsókn og avrit av lívrensli og viðkomandi prógvum til vagur@vagur.fo. Freistin er 23. mai kl. 12.00.

Um tú hevur spurningar, so kanst tú venda tær til Jens Petur Brattalíð á telefon 28 50 00 ella Petry H. Mortensen telefon 73 30 08.

Líknandi størv

Leiðari til Dagstovnin Birkilund   Faroe Islands nýtt
13. marts 2024
8. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið