Útgivið
10. september 2021
Útgongur
24. september 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Parttíðarstarv í Veitslu- & Køksbúðini hjá Thomas Dam

Hjá okkum er veitlsa hvønn dag, og týdningarmiklasta uppgávan hjá tær er, at hjálpa kundanum við at fáa júst ta veislu hann droymir um, um tað verið seg stóra hvíta brúðleypsborðið, ungdóms ljósareyða
fermingarborðið, umhvørvisligu og burðardyggu loysnina ella ballónføðingardagin.

Vegna vaksandi virksemi, sóknast vit eftir handilsfólki einar 15-30 tímar um vikuna til okkara Veitslu- &
Køksbúð.

Tín uppgáva er eisini at hillarnar eru fullar, taka seg væl út og at keypsupplivingin er løtt, trygg og góð sum
gjørligt.

Arbeiðstíðin er í mestan mun lukkivaktir seinnapartar og 2. til 3. hvønn leygardag.

Persónurin vit leita eftir, má dáma væl at arbeiða sjálvstøðugt, er væl skipaður og sera tænastusinnaður.

Fyrimunur er, um tú hevur royndir ella útbúgving innan handil.

Um okkum
Handilsfyritøkan Thomas Dam & Co varð stovnað í 1946. Í dag kalla vit okkum fyri Thomas Dam á
Hálsi og reka vit heilsølu og hava vit handlarnir Hegns- & náttúrubúð og Veitslu- & køksbúð. Vit
halda til á Heykavegi 3 á Hálsi í Havn. Í løtuni eru vit 8 starvsfelagar og vit leggja okkum eftir
dygd, menning og trivna.

Starvið verður sett skjótast.

Vinarliga send okkum eina umsókn á post@thomasdam.fo.

Starvið verður sett so skjótt skikkaður umsøkari er funnin.
Løn sambært avvarðandi sáttmála.

Thomas Dam á Hálsi
Heil- og smásøla.
Heykavegur 3
Tórshavn
Tlf: 311400
post@thomasdam.fo

Líknandi størv

18. april 2024
16. april 2024
Námsfrøðingar til Alvalon   Faroe Islands nýtt
16. april 2024
Elskar tú bilar og litir?   Faroe Islands nýtt
12. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið