Lýsing
Til Mylnuna á Jónas Broncksgøtu leitar eftir fólki at arbeiða nøkur kvøld um vikuna og okkurt vikuskifti. Um tú gongur í skúla, hevur arbeiði í dagtímunum ella bert ynskir tær eitt kvøldarstarv, er hetta kanska rætta starvið fyri teg.
Tínar arbeiðsuppgávur verða millum annað at avgreiða kundar við kassan, at fylla vørur út í handilin og at gera títt fyri, at handilin altíð er innbjóðandi at koma í.
Vit leita eftir tær, ið er
- áhugað/ur í kundatænastu og sølu
- fryntlig/ur og fyrikomandi
- sjálvstøðug/ur og álítandi
Arbeiðstíðin er áleið 20 tímar um mánaðin.
Um tú hevur hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda tína umsókn umvegis síðuna her.
Eru spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Lindu Lydersen, handilsleiðara, á telefon 769093