Lýsing
Til kondittaríið og ísframleiðsluna í SMS leita vit eftir einum fryntligum starvsfólki, hvørs uppgáva verður at selja flottu køkurnar, lekkru ísarnir, veita eina ordiliga góða kundatænastu og hjálpa við at halda kafeina reina og ruddiliga 🙂
Tú ert fyrikomandi og smílandi av lyndi, tú dugur at arbeiða skipað, at hava yvirlit, og tú hevur tænastusinni.
Vit kunnu afturfyri bjóða tær eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samstarv og kundatænasta er í miðdeplinum.
Vit leita eftir tær, ið kundi hugsað tær at arbeitt nakrar seinnapartar um vikuna og annaðhvønn leygardag.
Hevur tú hug at gerast partur av toyminum, kanst tú senda okkum nøkur orð um teg sjálva/n umvegis leinkjuna her: https://hr.sms.fo/Application/Index/2305.
Hevur tú spurningar til starv ella starvssetan, kanst tú venda tær til Malene Fisker Waag, á telefon 787912.
Vit viðgera innkomnu umsóknirnar leypandi.
Vit síggja gjarna, at tú kanst byrja til upplæring sum skjótast 🙂