Akademikarafelag Føroya
Útgivið
4. juli 2024
Útgongur
8. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú áhuga fyri fakfelagsarbeiði og vil vera við til at menna AKF sum felag?

Akademikarafelag Føroya (AKF) søkir eftir aðalskrivara. Aðalskrivarin tekur lut í arbeiðinum hjá AKF og samskipar virksemið hjá felagnum. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at hava ábyrgd av umsitingini, at veita limum felagsins ráðgeving, sáttmálasamráðingar, strategiska menning av felagnum, fyrireika mál til nevndina og taka lut í fakfelagspolitiskum samstørvum, ið AKF er partur av innlendis og uttanlands.

Starvið verður sett frá 1. september 2024 ella eftir nærri avtalu.

Førleikakrøv og royndir
Vit sóknast eftir einum starvsfólki við áhuga fyri fakfelagsarbeiði og arbeiðsmarknaðarmálum, sum hevur viðkomandi útbúgving, royndir og/ella kunnleika til starvsfólkaviðurskifti og málsviðgerð; og sum dugir at skriva og framleiða tilfar til heimasíðu og onnur høvi at positionera felagið.

Harumframt ynskja vit ein persón, sum:

  • Er røkin, skipað/ur í sínum arbeiði og megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Er fyrikomandi og dugir væl við fólki
  • Stinn/ur í føroyskum og enskum máli, bæði í skrift og talu

Løn og setanartreytir
Starvið er ¾ tíð, 29.5 tímar um vikuna. Møguleiki er fyri ein part at tillaga arbeiðstíðir eftir ynski hjá tí, ið sett/ur verður, tó at skrivstovan skal vera opin fastar tíðir um vikuna.

Starvið verður sett og lønt eftir sáttmálanum millum AKF og Fíggjarmálaráðið ella avvarðandi sáttmálaøki.

Starvsstaður er í Tvørgøtu 3 í Tórshavn.

Umsóknir
Umsókn skal sendast við telduposti til skrivstova@akf.fo. Umsóknir skulu vera AKF í hendi í seinasta lagi hósdagin 8. august 2024 klokkan 12.00.

Nærri kunning um starvið
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Páll Nolsøe, formann í AKF, á tlf. 551028 ella Ingibjørg Berg, verandi aðalskrivari á tlf. 213080, at fáa nærri upplýsingar.

Sí kunning um AKF á www.akf.fo.

Um AKF
AKF er yvirskipað samstarvsfelag fyri fakfeløg, hvørs limir hava akademiska útbúgving. Limafeløgini í AKF eru Magistarafelag Føroya, Føroya Verkfrøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Arkitektafelag Føroya og Felagið Føroyskir Sálarfrøðingar. AKF hevur vaksandi limatal, sum í løtuni er áleið 770 limir.

AKF er limur í Fakfelagssamstarvinum, ið er samstarv millum fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum. Í Fakfelagssamstarvinum eru: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagokfelag, Havnar Heilsuhjálparafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Starvsfelagið.

Líknandi størv

Handilsfólk   Faroe Islands nýtt
5. september 2024
Parttíðarstarv í Rumbul í SMS   Faroe Islands nýtt
5. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið