Lýsing
MBM søkir eftir einum ágrýtnum og álítandi fólki til okkara kanningarstovu.
Á MBM hava vit egna kanningarstovu, har vit arbeiða allar dagar í vikuni, fyri at tryggja hægstu góðsku á okkara vørum. Vit kanna mjólkina frá bóndagørðunum og framleiddu vørurnar bæði fysiskt, kemist og bakteriologiskt.
Starvið fevnir um:
- Ymiskar kanningar
- Avlesing og uppfylging av royndum
Vit bjóða:
- Arbeiði annað hvørt vikuskifti (uml. 2 tímar hvønn dag)
- Møguleika at avloysa í ferium
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhugað í hesum øki ella møguliga er laborantur
- Er álítandi og arbeiðir skipað
- Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
Talan er um eitt parttíðarstarv í vikuskiftum og starvsstaður er á MBM í Hoyvík.
Umsóknarfreist er mikudagin 12. august 2026.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta seg í samband við góðskuleiðaran
Jórun Hansen á tlf: 362060 ella á teldupost jh@mbm.fo.
Sí lýsing og søk her