Lýsing
Vit hjá Tasty/sentrum leita eftir dugnaligum og ágrýtnum starvsfólki til øll okkara trý støð: Tasty City, Tasty Hoyvík og Sentrum Pizzaria í Havn.
Vit sóknast eftir:
Pizzakokkar: Helst við royndum til fast starv á øllum trimum støðum.
Sum pizzakokkur verður tú ein týdningarmikil partur av okkara virki og hevur ábyrgd fyri at tryggja, at okkara gestir fáa bestu møguligu uppliving.
Hjálparfólk: Til avloysing og stuðul við ymiskum uppgávum, so sum at avgreiða kundar, fyrifallandi arbeiði og hjálpa til í køkinum. Her hevur tú møguleika at arbeiða í eini fjølbroyttari og spennandi umhvørvi, har tú lærir nýggjar førleikar.
Arbeiðstíðir: Mánadag til sunnudag, kl. 16.00 – 24.00, við møguleika fyri skiftisvaktum og ávísum arbeiðstíðum, alt eftir hvat passar tær best.
Løn: Sambært sáttmála hjá Havnar Arbeiðarafelag
Vit sóknast eftir fólki til at byrja sum skjótast, so um tú ert áhugað/ur í at gerast partur av einum livandi og fjølbroyttum arbeiðsplássi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ben Manai á telefon 219696 ella við telduposti til manaiben@hotmail.com.